TorshavnTilbod viku 18 -19Koyr á, Fríða!Malan tikin á bóli - enn eina ferðDyggasta klænkirøktAlt á einum sta staði Fylgið við, hvussu gongst Maluni Eyðunsdóttir og Elini í StLívsstílsbroytingin hjá Maluni Eyðunsdóttir og Elini í StóruTann góða loysnin hjá Elini og Maluni

Tann góða loysnin hjá Elini og Maluni

Elin í Stórustovu:

 

Ja, so upprann dagurin, tá ið Elin skuldi taka mát fyrstu ferð eftir fimm viðgerðir í BAILINE.
Elin hevur ongar trupulleikar við yvirvekt, men hon brúkar, ella rættari misbrúkar,  alt ov nógv raffinerað kolhydratum, sukur, hveiti, slikkarí, sodavatn, Cola Light hvønn dag, pizza, pasta.
Trupulleikin hjá Elini var, at hon føldi seg búkuta, uppblásta. Hon hevur trupulleikar við tarmunum. Elin skal ikki lætna, altso hon hevur ikki brúk fyri at fara niður í vekt, men fitiprosentið  hjá Elini var ov stórt, hóast hon er kløn.
Neyðugt er hjá Elini at broyta LÍVSSTÍL og sostatt fáa eitt betri LÍVSVIRÐI.
Elin og eg  avráddu, at hon skuldi eta útreinsandi kost í tríggjar dagar. Tað er, at kosturin hesar tríggjar dagarnar er serliga samansettur. Vit gjørdu av, hvat tíð á degnum, hon skuldi fáa sær máltíðirnar, hvussu nógvar máltíðir, hon skuldi hava, og hvat. Alt er neyvt ásett, og tað skal fylgjast.
Eftir hetta skuldi hon halda seg til ta hvítu kostætlanina, sum ber í sær, at hon skal ikki eta hvítt mjøl og sukur og ikki drekka mjólk. Annars kann hon eta alt annað við góðum kolhydratum og proteinum.
- Eg varð 12 cm minni (samanlagt), hevði mist 1,2 kg av fiti, og vektin var tann sama. Tað merkti sostatt, at eg havi mist fiti og fingið størri vøddar - júst so, sum ætlað!

Eftir fimm viðgerðir hava vit so tikið mát. Elin er minkað 12 cm og hevur mist 1,2 kg av fiti.
So Elin var sera væl nøgd og og uppaftur meiri motiverað henda dagin, hon fór heim frá bailine.

 

Malan Eyðunsdóttir:

 

Hjá Maluni var málið at sleppa av við sína yvirvekt, so hjá henni skuldu leggjast heilt aðrar ætlanir.
Malan skal eisini broyta lívstíl, sum hon fekk at vita frá bailine.
Tað nyttar einki at fara upp á slankikur. Her skal broytast lívsstílur fyri at fáa ein betri lívskvalitet. Tað er, at her skal hugsast um kost og motión og at byggja upp vøddar sambært teirri vegleiðing, hon fær frá bailine .