Malan tikin á bóli - enn eina ferð |
|
|
Eg hevði veruliga væntað, at mátingin hesu ferð ikki fór at verða eins jalig, sum hon plagar. Hetta hevur verið ein tíð, har eg havi havt sera nógv um oyruni. Vanliga gerandisrútman hevur verið út av lagi orsakað av próvtøkum og øðrum arbeiði. So eg havi ikki havt stundir ella orku at vant tað heilt stóra. Heldur ikki havi eg etið nóg regluliga, og 'snávingarnar' hava tískil verið ov nógvar eftir mínum tykki. Havi roynt at etið sunt, men tað hava verið løtur, har eg havi mist tamarhaldið og etið ymiskt, ið eg ikki átti at etið, nú eg royni at lætna. Skal tó leggja afturat, at tær ferðirnar eg havi etið okkurt søtt ella annað við tómum kalorium, so hevur tað tó verið í smáum mongdum. (Raska Malan ;) Eisini hava nógvar veitslur við rúsandi (kaloriufyltum) løgum verið á skránni. Og trúgv mær, tað er sera ringt at vera sunn dagin eftir eina slíka veitslu. Blóðsukrið er heilt út av lagi, og tú hugsar einans um svans og sodavatn. Havi tó klárað tað heilt væl, men skal viðganga, at okkurt pitsastykki er farið niðurum ;) Eg var tí rættuliga lítillátin og full av umberingum, tá eg stóð har í hvíta baðikápanum, klár at trína á vektina. "Hvat grenjar tú um?!" var viðmerkingin frá Elinborg, tá vit sóu úrslitið. 3,3 kilo!!! Gott nokk eitt kilo minni enn tað, eg vanliga havi mist til hvørja máting- men COME ON! Tað er jú sera gott!!! Og tá skal havast í huga, at eg eisini havi "snýtt" av og á. Men, sum Elinborg sigur, at um 80-90% av kostinum, ið tú inntekur, er sunnur og heilsugóður, so er rúmd fyri at sindur av svansi eisini - uttan at tað fær neiliga ávirkan á vektina. Og tað skalt tú gera við góðari samvitsku, tí tú vinnur einki, við at lata teg ávirka ov nógv sálarliga. MEN, tað hevur so avgjørt ávirkan á vælveruna. Eg merki tað so ræðuliga væl nú, hvør matur ikki er góður fyri meg. Eg fái tað rætt og slætt av hundanum til, tá eg etið ov nógv svans. So tað gongur meira og meira upp fyri mær, at tað er ikki tað vert! Síðani eg fór undir hesa lívsstílsbroyting um miðjan apríl, havi eg sostatt mist 16, 4 kilo og eri minkað 82 cm.!!! :D Og so uttan at vera upp á slankikur. Hetta er feitt!!! Bæði so og so ;) So eg eri nú aftur full av nýggjari orku og áræði til at halda á fram. Hetta hevur tó ikki einans havt jaligar broytingar við sær. Eg standi nú við einum marglætistrupulleika! Næstan øll klæðini eru ov stór. Sjálvt kovboybuksurnar, ið hava ligið innast í skápinum í langa tíð, sita illa, og eru - ja, alt ov stórar. So her er einki annað at gera enn at fara út og endurnýggja mær klædnagoymsluna - virkuliga strævið ;) Eisini má eg fara at seyma mær føroyska búnan inn, tí longu nú er hann ALT ov stórur, og við hetta lag verði eg uppaftur minni til Ólavsøku :) At framstigini hava verið so stór er sjálvsagt ein kombinatión av ravmagnsviðgerðunum (ið eru ófatiliga effektivar!), kropsligari venjing og kostumlegging. Men, hugburðsbroyting spælir eisini ein týðandi leiklut. At sleppa sær av við ringar vanar og at hugsa øðrvísi er alfa omega. Eg kann taka mann mín sum dømi. Hann hevur valt at stuðla mær 100% og hevur etið tað, ið eg havi borðreitt við. Altso í stóran mun etið tað sama, sum eg. Hann hevur mist heili 10 kilo! Eisini hevur hann tikið sera væl ímóti nýggju vanunum, ið vit hava fingið inn í gerandisdegin. So tá vit hava hug at fella aftur í gomlu óvanarnar, har kips, bomm og sodavatn var ein partur av hugnanum, skulu vit bara minna hvønn annan á, hvussu NÓGV betur vit hava tað nú. Tá missa vit líkasum hugin til at eta svans ;) Men, møguleikarnir eru nógvir at hugna sær við heilsugóðum ábiti. Elinborg hevur latið ein heilt nýggjan heim upp fyri mær, og eg havi fingið nógvar lekrar uppskriftir, ið eg geri dúgliga brúk av. Tí søta tonnin er ikki bara bara at sleppa av við. Men, hóast Annika Hoydal spyr, hví tað ljóta er so søtt, so nýtist tað søta ikki bara at vera ljótt ;) 105 cm minni og 19,6 kilo lættari! Eg eri rætt og slætt eitt nýtt menniskja, bæði í útsjónd, kropsliga og sálarliga. Eg havi fingið eitt nýtt, sunt lív, og EG ELSKI tað, men ikki minst elski eg meg sjálva. Eg eri sera nøgd og glað, eri full av orku og áræði. Hetta er barasta so super feitt! Eg havi fingið nýggjan lívsstíl og lívsgóðsku. Og nú eg hugsi um tað, so skuldi tað ikki so nógv til. Sjálvandi hevur hetta verið ein stór kollvelting, tí eg livdi sera ósunt áðrenn. Men tá stigið var tikið, so kendist tað sum ein lætti, heldur enn ein byrða. Tað hevur ikki verið ein einasta løta, har eg havi angrað, havi tikið synd í mær sjálvari, ella havi havt hug at geva upp. Eg havi vunnið so nógv, og tað einasta, ið eg havi mist, eru gomlu vanarnir og ein rúgva av sentimetrum og kiloum ;)
|
Malan - efter
Malan - før |
|
|
|





