Lívsstílsbroytingin hjá Maluni Eyðunsdóttir og Elini í Stórustovu |
|
Eitt samstarv millum http://www.elin.fo og bailine |
|
|
Kollveltandandi lívsstílsbroytingin hjá Maluni og Elini er júst farin av bakkastokki. Báðar hava tørv á at eta sunnari og rættari fyri at fáa betri vælveru. Vit hava tó sera ymsar fortreytir. Malan hevur nógv kilo, ið hon skal sleppa sær av við, meðan Elin meira hevur hug til at økja um vøddamongdina og stramma upp. Tað, sum tó er felags fyri okkum báðar, er, at vit sum heild eta alt ov nógv ósunt. Vit eru sukur-junkies, elska feitt og salt, og ikki minst drekka vit báðar eina rúgvu av Cola light gjøgnum dagin. Munurin á okkum er so eisini tann, at Elin nærum livir av hesum svansi og etur tað minni av vanligum mati, meðan Malan etur bæði góðan mat og so svans omaná ;) Elin hevur eisini vant nógv seinastu árini og er í góðari venjing. Tað kunnu vit ikki siga um Maluna, ið sum heild dámar at taka sær av løttum ;) Vit vóru sera spentar at fara undir hesa roynd, men hvørgan av okkum visti, hvussu kollveltandi hetta fór at verða... Elinborg Johannesen, ið eigur Bailine-viðgerðarstovuna niðri í Lucas Debesargøtu, tók væl ímóti okkum, tá vit komu til okkara fyrsta royndartíma. Viðgerðarstovan er sera snotilig og innbjóðandi, og meðan vit leskaðu okkum við ingifer-te, myrkari sjokulátu og nøtum, greiddi hon okkum frá hugsjónini handan bailine-viðgerðarháttin, og hvat vit fóru at gera komandi tíðina. Og hon legði stóran dent á, at hetta ikki var ein klænkingarkurur, men ein lívsstílsbroyting. Viðgerðarhátturin er grundaður á 3. stig: 1. Sálarvenjing Við framkomnari ravmagnsvenjing syrgir bailine-viðgerðarhátturin fyri, at kroppur tín fær veruliga venjing. Økir um virksemið til tey feittminkandi enzymini, vekir kropsins gloymdu vøddar, strammar upp leysa og lina húð, og ger tað lættari hjá tær at broyta tínar vanar við serligum sálarligum teknikkum. Bailine-viðgerðarhátturin er ætlaður at hjálpa móti fiti. Endamálið er at broyta kostvanarnar og at bøta um virkisligu vøddavenjingina til tess at menna ein natúrligan vakurleika. Tey sum ikki hava trupulleikar við fiti koma til Bailine til tess at varðveita figurin og at varðeita fastleikan í húðini. Bailine kann eisini geva munagóð úrslit, um tú hevur gikt, Fibromyalgi, eym lið, ringan rygg, spenningar ella strongd. So var tíðin komin til sjálva ravmagnsvenjingina. Vit fingu hvør sítt rúm, og løgdu okkum á eina brík. Síðani vórðu pútir ella sokallað pads løgd á ymsa staðni á kroppinum og gummibond vórðu strammað rundanum. Síðani lógu vit í 24 minuttir og kendu, hvussu einsøku vøddarnir góvu seg saman, ið svarar til vanliga vøddavenjing. Vit fingu eitt standardprogramm sum var at kalla "all round" programm, og ímeðan vit lógu har undir einum mjúkum teppi, høvdu vit høvuðlurt í oyrunum. Hetta var fyrsta stigið í sálarligu venjingini. Ein mild kvinnurødd tosaði við okkum um týdningin av, hvussu tú hugsar. Sálarligu venjingarnar skulu hjálpa okkum at skapa eina mynd inni í høvdinum, har vit síggja okkum sjálvar sum sunnari, meira virknar, betri til passar og klænri. Henda sálarliga mynd - hugburður tín - eggjar teg at føra tín nýggja livsstíl út í lívið. Tí tankat tínir hava stóra ávirkan á kropp og sál.
Vit skuldu so komandi tíðina ganga til viðgerðir tvær ferðir um vikuna. Tá vit vóru lidnar, fingur vit kostráðgeving og eina bók, sum lýsir Bailine-viðgerðarháttin og tey 3. stigini. Í bókini eru eisini ymiskar kostætlanir, uppskriftir, venjingar og føðsluevnistalva. Malan skuldi á sokallaðu hvítu kostætlanina, har hon skuldi halda seg burtur frá hvítum mjøli, sukri, salt, pizza, pasta, spagetti, flest øllum liðugtgjørdum morgunmatarvørum, liðugtgjørdum mati, light-vørum og sodavatni.
Hvussu gongur so? Elin: Triðja dagin eri eg tó so nógv betri fyri. Havi meira orku, kenni meg lættari (sálarliga) og høvuðpínan er burtur. Haldi eisini, eg havi sovið betur enn vanliga - og havi ikki etið eitt tað einasta av nøkrum, uttan grønmeti, frukt, djús, egg og vatn!! Røsk ha?? Gleði meg tó, til hetta er liðugt um nakrar tímar, tá eg so kann byrja uppá hvítu kostætlanina, sum Malan longu er á. Havi eg nakað at gleða meg til Malan??
Malan: Skal tó viðganga, at fyrsta dagin var eg eitt sindur ørkymlað, tí eg hevði ikki heilt skilt, hvat eg kundi eta, bert hvat eg IKKI kundi eta. Og tí hevði eg ilt við at ímynda mær, at eg fór at halda hetta út. Tók synd í mær sjálvari og hevði ikki hug at venja. Men, tá eg kom til mína næstu viðgerð hjá Bailine, greiddi Elinborg mær frá øllum møguleikunum, ið vóru sambært hvítu kostætlanini. Eg kann rætt og slætt eta ALT, bara tað ikki er "hvítt". Og tað er eingin ivi um, at hesin kosturin hevur sera positiv árin á blóðsukri. Tí eg kenni meg ikki svanga og havi heldur ikki "abstinensir", sum eg plagi at fáa út á seinnapartin. Eg eri væl fyri og havi tað heilt ótrúliga gott. So Elin hevur avgjørt okkurt at gleða seg til ;) Øll hendan orkan hevur eisini havt við sær, at eg havi verið sera motiverað at venja. Havi vant hvønn dag í vikuni uttan fríggjadag, har eg við góðari samvitsku kundi njóta ein góðan búff við lekrum salati OG einum glasi av víni atfturvið! :) Leygardagin fór eg so við góðum treysti niðan í Yndi at venja. Hetta koyrir bara! Elin: Hesa fyrstu vikuna havi eg verið tvær ferir til Pilates og tríggjar ferðir til styrki og cardiovenjing hjá Jákupi í Yndi. Eisini væl klárað, tá vit afturat hesum hava verið til tvær Bailine-viðgerðir. So, her gongur yvir allar væntanir. Hetta kann bara viðmælast! :)
Tað kennist, sum sveimi eg á einum skýggi - ja, kenni meg nærum nýforelskaða - í mær sjálvari :) Eg havi nú livað mítt nýggja, sunna lív við góðum kosti og nógvari rørslu í 18 dagar. Og tað hevur verið rætt og slætt fantastiskt! Eg havi havt eina rúgvu av orku og kent eina vælveru sum ongantíð áður. Eg eri fullvís í, at tað er kostráðgevingini frá Elinborg í Bailine, ið hevur lagt lunnar undir hesa orku og vælveru. Eisini er tað Yndi Fitness at takka, at eg við góðari vegleiðing frá Jákupi Jacobesen havi vant nærum hvønn dag, bæði konditiónsvenjing og styrkivenjing. Men, ravmagnsviðgerðirnar frá Bailine eiga eisini ein stóran part í øllum hesum. Tá tú liggur á bríkini og merkir, hvussu ravmagnspúturnar stimbra hvønn einstaka vødda, gerst tú meiri tilvitað um kropp tín. Hetta gevur kropsliga vælveru, styrkir og venur vøddarnar, samstundis sum tað eggjar teg til at røra teg meira. Harafturat er sálarliga venjingin ein týðandi partur, tí meðan tú liggur, hevur tú høvuðlurt í oyrunum. Her fært tú vegleiðing til at broyta gamlar vanar, hugsa øðrvísi og vegleiðing um kost og rørslu. Og hetta munar nógv meira, enn tú heldur. Fyrst hoyrdi eg um hvítu kostætlanina, síðani um kropsliga rørslu, og seinast var evnið kolhydratir. Eg var sera spent henda dagin, tí hetta var mín 5. viðgerð, og tað merkir: MÁTAST OG VIGAST! Onkursvegna kenda eg meg uppblásta og feita henda dagin. Kendi tað, sum eg slett ikki var minkað ella hevði mist nakað av vektini. Elinborg sannførdi meg um, at hetta óivað var sálarliga, tí eg var bangin um, hvussu tølini fóru at síggja út. Eg tordi ikki at hava ov stórar væntanir, hóast eg visti, at mín partur ikki lá eftir. Eg havi hildið meg til kostráðini og vant eina rúgvu, men spurningurin var, um bailine-viðgerðirnar høvdu munað nakað. Tá eg stóð har á vektini í trussum og brósthaldara, mundi eg dottið afturá. 4,4 kilo eftir einans 16 døgum!!! Og tá tosað vit um 4,4 kilo av kropsfeitti, og ikki vætu og vøddamongd, ið eg annars havi upplivað aftan á mínar nógvu svøltikurar. Og feginkensla mín vaks eisini, so hvørt sum Elinborg við sentimeturmálinum vísti á, hvussu nógv eg var minkað um allan kroppin. So hvørt sum hon mátaði og skrivaði niður, segði hon: "Wow! Flott!". Og so hvørt sum eg sá, hvussu nógv eg var minkað, vaks eg innaní. Heilar 29 cm! Men sjálvsálitið vaks fleiri kilometrar :) Hetta hevði eg ikki væntað eftir einans 5 viðgerðir - Bailine heldur tað, tey lova, og meira afturat! :) Nú havi eg veruliga fingið blóð upp á tonnina! Eg kenni meg sera motiveraða at halda áfram. Eg síggi slett ongar avmarkingar kostinum viðvíkjandi, hóast eg nú haldi mær frá tí, sum eg át mest av fyrr. Pasta, eplum, hvítum mjøli, mjólk, salti og ikki minst sukri! Eg eta lekkran, vælsmakkandi mat. Grønmeti, kjøt, nøtur, góðar oljur o.a gott. Og tá eg mangli íblástur til at gera matin meiri áhugaverdan, so er Elinborg fús at geva mær góð hugskot. Eisini eri eg sera motiverað at røra meg. Eg fór hugagóð niðan í Yndi eftir arbeiðstíð fríggjadag :) Og hetta hevði við sær, at eg hevði hug at vaska og rudda, tá eg kom heim (enn meira kaloriubrenning), heldur enn at leggja meg á sofuna við bommskálini og sodavatni í glasinum. Hvat sker?! :)
Tað lovi eg :) Booootylicious við bailine! So er fyrsta mátingin hjá mær (Elini) av. Aftan á 3 rætta døgurða fyri trimum døgum síðani, enn ein 3 rætta døgurða fyrrakvøldið og sushi í gjárkvøldið kendist búkurin eitt sindur ov fullur (gott øll vikuskiftini ikki bjóða so nógvan mat!). Hetta gjørdi so eisini, at eg var eitt sindur nervøs fyri mátingunum, nærum sum um eg misti sjálvsálitið og helt, at hetta bara mundi verið farið skeivan vegin. 3-4 vikur eru farnar við miðvísari venjing, bailine viðgerðum og sunnum mati. Hart arbeiði, sum tó hevur lønt seg uppá allar mátar! Av tí, at eg havi etið eina øgiliga mongd av sukri og ósunnum feitti í áravís (sum bert eskaleraði við strongdini), so gav Elinborg mær loyvi til at eta nógv av øllum tí, sum eg slapp at eta, OG eg slapp at eta væl at nøtum, fruktum og djúsi (annars nakað vit eiga at avmarka, um tað er vekttapi, vit miðja eftir). Tað, at eg havi arbeitt/stríðst mest við kostumlegging og tí ikki fingið sukur annaðhvønn tíma, hevur so eisini givið mær tankar um, at eg ikki kann tapa meg enn, tí eg framvegis át nógv - hóast tað var sunnari (fruktir innihalda væl av kolhydratum, og nøtir væl av feitti - bara av tí sunnara slagnum). Maturin hevur verið mín avbjóðing, ikki venjingin, tí hon lá í rættari legu áðrenn. Íðan, hvussu gekk so við bailine mátingunum ídag? Jú, tað gekk bara heilt væl. Eg var 12 cm. minni (samanlagt), hevði tapt meg 1,2 kg av feitti og vektin var tann sama. Tað merkti sostatt, at eg havi tapt feitt og fingið størri vøddar - júst so, sum ætlað! Eitt er so, at minka ein cm um miðuna, ein um lørini, ein um lendarnar o.s.fr. Eitt annað, sum eg ikki visti av, var, hvussu skjótt og enn meira hvussu NÓGV kroppurin broytist av bailine!! Tey støðini, sum ein kvinna helst vil broyta, sum eru SO torfør at fáa bilbugd við við vanligari venjing ella slankikuri, verða formað næstan av sær sjálvum við bailine. Í mínum føri er tað rumpan, sum broytist skjótast og mest. Rumpan er eisini eitt av teimum støðunum á kroppinum, sum eg áðrenn var glaðast fyri, so tað at hon nú formast enn meira og gerst so vøddamikil og rund, er eitt risastórt pluss!! Hvør vil ikki vera, bara eitt siiiindur boootylicious?? ;)
Vóni, at hetta kann verða íblástur til tín eisini, um tú hugsar um ein eitt sindur sunnari lívsstíl - og um eg klári tað, so klárar tú tað óivað eisini! - nýggjastu tølini og lívsstílsdagføringin hjá Maluni Eg havi nú verið til mína næstu máting hjá bailine. Tað eru 10 viðgerðir og hálvur annar mánaði, síðani eg trein inn í mítt nýggja, sunna lív við heilsugóðum kosti, ravtøkniligum viðgerðum og eini rúgvu av dagligari rørslu og venjing. Eg fór sveimandi út á gøtuna aftan á hesa fantastisku og upplyftandi máting. Eg kendi meg lættari bæði kropsliga og sálarliga. Eitt veruligt "rush", tí eg hevði alla orsøk at vera stolt. Hóast ravtøkniligu viðgerðirnar frá bailine eiga ein fittan part av æruni, so krevur tað eisini viljastyrki og áhaldni at røkka so góðum úrslitum :) Men, eg má siga, at hetta er ein tann lættasti "slankikururin", eg havi verið á. Bara tað, at hetta í sjálvum sær ikki er ein slankikurur, men ein lívssilsbroyting, hevur gjørt tað so nógv lættari enn allir hasir forbrendu pulvur-, suppu-, protein-, kolhydrat-, Atkins- (or what's his name) og svøltikurarnar, ið eg havi løstað kropp mín við. Eg livi eitt púra vanligt lív við góðum, vælsmakkandi mati. Eri aldrin svong, fái ongantíð "abstinensir" og havi tað so sera gott. Ja, eg rætt og slætt sveimi omaná! :) Dagin eftir, at eg hevði verið til hesa fantastisku máting, fór eg eitt langt vikuskifti til Keypmannahavnar við barndómsvinkonum mínum. Eg hevði ráðført meg við Elinborg fyrst, og hon bað meg bara njóta túrin. Hon var sannførd um, at eg fór ongar trupulleikar at hava viðvíkjandi kostinum. Bað meg altíð hava ein posa av mandlum og eina plátu av myrkari sjokolátu (min. 70%) í taskuni, so skuldi tað nokk ganga. Og so var. Tá vinkonurnar ótu ís í góðveðrinum, át Malan mandlir og sjokolátu, smoothie ella okkurt annað sunt. Shit eg var góð! Eg syrgdi fyri at eta eina góðan morgunmat við grovum breyði, egg og grønmeti, so eg helt brenningini uppi og blóðsukri í javnvág. Vóru vit úti og ótu, syrgdi eg fyri at bíleggja salatbar afturvið, og læt rís, pasta og epli liggja eftir á talerkinum. Eg loyvdi mær sjálvari tó at eta nøkur fá, pinkalítil smørstokt epli aftur við búffinum leygarkvøldið ;) Komin heim, legðist eg við beinkrími. Óivað hevur veðurlagsbroytingin havt síni árin, men, eg var skjót á føtur aftur og fór hugagóð niðan í Yndi at venja. Og meðan eg stóð á krossvenjaranum og sveittaði, kendi eg veruliga, hvussu eg hevði saknað mína venjing. Tað er vorðin ein heilt natúrligur partur av mær at røra meg dagliga. Tað er rættuliga stuttligt, tá hugsað verður um, at henda sama Malan fyri sløkum hálvum øðrum mánaði síðani hevði tað best við at taka sær av løttum og ikki pøsa seg ov nógv. Nú elski eg at pøsa meg og pressi meg sjálva meir og meir, tá eg venji. Tað er vanadannandi og feitt, upp á tann góða mátan ;) Mítt fyrsta mál var at missa 10 kilo. Tað málið er nærum rokkið. So tað næsta málið má verða 20 kilo. Onkursvegna tykist tað málið ikki so fjart, tí við hetta lag ber alt til, og tá frynsagóðarnir eru so frálíkir, so gerst hugurin alsamt størri :)
So var triðja mátingin á skránni. Nú eri eg so von við úrslit, ið taka meg á bóli, at eg nærum gekk út frá, at hetta triðja úrslitið eisini fór at verða gott.
|
![]() |




