Fylgið við, hvussu gongst Maluni Eyðunsdóttir og Elini í Stórustovu |
|
| Malan og Elin hava kollvelt sín lívsstíl. Tær eru farnir undir sína ansvekjandi broyting í lívsstílinum, tí báðum tørvar sunnari og betri mat til frama fyri ta vælveru, sum tær longu nú hava staðfest hjá sær sjálvum. Fortreytirnar hjá Maluni og Elini eru so ymiskar sum nátt og dagur. Malan hevur nógv kilo, ið hon skal sleppa sær av við. Elin vil økja um vøddamongdina og stimbra seg við at stramma upp. "Tað, sum tó er felags fyri okkum báðar, er, at vit sum heild eta alt ov nógv ósunt. Vit eru sukur-junkies, elska feitt og salt, og ikki minst drekka vit báðar eina rúgvu av Cola Light dagin langan. Munurin á okkum er so eisini tann, at Elin nærum livir av hesum svansi og etur tað minni av vanligum mati, meðan Malan etur bæði góðan mat og so svans omaná ;)” Elin er annars rættiliga væl fyri, soleiðis at skilja, at hon er í góðari trening. Tað kunnu vit ikki siga um Maluna, ið sum heild dámar at taka sær av løttum ;) |



